Yrkisskeið
Verkafólk, stjórar, yrkisfólk, leiðarar — øll kunnu uppstigast í førleika, uttan at tað nýtist at kosta ov nógv.
Røk arbeiðsplássið, betra virksemið, styrk stovnin! Tú hevur alt at vinna við okkara umfatandi og spennandi úrvali av interaktivum yrkisskeiðum, bygd á video yvir internetið.
Okkara dygdargóðu yrkisskeið eru framleidd í Bretlandi og góðkend eftir viðurkendum standardum har og í ES, og geva galdandi prógv.
Vit bjóða undir Faroe Training eitt stórt og fjølbroytt úrval av góðkendum og sera væl umtóktum skeiðum innan eitt nú:
• Trygd í sambandi við byggiarbeiði;
• Reinføri í matvøruframleiðslu;
• Trygg handfaring og framferð í sambandi við serligar arbeiðskarmar og arbeiðstól;
• Leiðsluførleikar;
• Toymi og samstarv;
• Samskifti;
• Verkætlanarstýring;
• Starvsfólkaviðurskifti;
• Sosialmiðlar fyri virkir og stovnar;
• Søluarbeiði;
• Handfaring av drekki- og matvørum;
• Eldsløkking;
• Medvit um serligar heilsuligar avbjóðingar; og
• Mangt afturat.
Úrvalið umfatar meira enn 100 ymisk skeið, framleidd av VideoTile Learning í samráð við Health & Safety Executive í Bretlandi. Skeiðini eru góðkend av m.a. IIRSM (International Institute of Risk & Safety Management) og CPD Standards Office.
Faroe Training er góðkendur distributørur fyri VideoTile Learning.