Tyril & Olsen

Audio & Video

Soleiðis fært tú ein boðskap út sum vekir áhuga og álit

Upplivir tú at fólk ikki fanga tín boðskap? Tað er ein vanligur trupulleiki, men stúr ikki! Við Tyril & Olsen ber til at finna loysnir á av­­bjóð­ingum innan sam­skifti. Her tosa vit um ‘skraddara­­seymaðar’ loysnir, eftir um­støðum og fyri­treytum í hvørjum ein­­støkum føri. Umframt skrivligt og visuelt samskifti framleiða vit filmir og átaka okkum upp­gávur innan audio og video. Vit seta høg krøv til neyvleika og dygd, og ganga serliga eftir hvat ið er best fyri teg sum kunda. Vit hava drúgvar royndir og út­búgv­ing innan virkissamskifti og foto­journalistikk og hava arbeitt í mong ár innan orða- og mynda­frásøgn. Vit hava vitan og hegni, eyga og oyra—og hjarta—fyri hesum.

Tosa við okkum um møguleikar fyri samstarvi…

Hví ikki gagnnýta hendan møguleika?

Set teg í samband við okkum so vit kunnu tosa um møguleikan at fáa gjørt ein film ella eitt podcast.

Scroll to Top