Nýhugsan við støði í royndum
Eitt sindur um okkum
Tyril & Olsen er ein lítil og roynd fyritøka við stórum hugskotum og sterkum førleikum. Tað liggur í okkara DNA at finna nýggjar vinklar upp á afturvendandi avbjóðingar innan samskifti. Og fyri viðskiftafólk er okkara útboð av tænastum í seinastuni vorðið meira áhugavert og virðismikið enn nakrantíð.
- Vit gera nógv við filmframleiðslu og átaka okkum heildaruppgávur frá hugskotum til lidnar filmir.
- Vit hava styrkt okkara førleikar innan ljóð og gera upptøkur og effektir so væl sum at framleiða alt frá talu til tónleik.
- Vit eru longu frammanundan sera væl fyri innan online og prentað samskifti—ikki minst tá tað kemur til innihald, orð og myndir, og grafiskt snið.
Medeigari og stovnari er Maria Olsen og stjóri Búi Tyril, sum eisini er medeigari. Bæði hava arbeitt tætt saman og hvør sær í mongum verkætlanum gjøgnum árini, innan vinnuligt, mentanarligt og annað.
Maria Olsen hevur arbeitt í mong ár sum yrkisfotografur og tey seinnu árini sum filmari eisini. Hennara fotomyndir hava verið sýndar fram í fleiri londum, og umframt at arbeiða við egnum verkætlanum hevur hon fotograferað fyri bløð og tíðarrit uttanlands og í Føroyum. Hon gav fyri góðum 15 árum síðani út myndabókina Images of Fishermen: The North Atlantic. Maria er útbúgvin fotojournalistur frá ICP í New York og hevur eisini leiðsluútbúgving á Bachelor stigi.
Búi Tyril hevur gjøgnum árini skrivað nógvar greinar um vinnulig, samfelagslig og onnur viðurskifti. Í sambandi við filmir ger hann ofta handrit og medvirkar sum frásøgumaður; eisini tekur hann ofta dronumyndir. Hann hevur í meira enn 15 ár verið ritstjóri á tíðarritinum Faroe Business Report og er í løtuni eisini redaktørur á tíðindamiðlinum Local.fo. Í frítíðini yrkir hann umframt at skriva, spæla og framleiða tónleik undir navninum Tyril. Búi hevur Master útbúgving innan Corporate Communication and Public Affairs frá RGU í Aberdeen umframt leiðsluútbúgving á Bachelor stigi.
- Tosa við okkum áðrenn tú fert undir næsta kunnandi átak. Vit hjálpa bæði við hugskoti, verkætlan og framleiðslu.