Her eru okkara tænastur
Audio & Video
Vit hava egna film- og ljóðframleiðslu og átaka okkum at framleiða kunningarfilmir, lýsingar og videobrot fyri fyritøkur, stovnar og miðlar.
Vit hava í hesum sambandi lagt nógva tíð og orku í menning, soleiðis at vit nú kunnu bjóða eina framkomna og kappingarføra tænastu.
Public Relations
Foto
Orð & Heiti
At skriva greitt so tað hóskar til endamálið, so tað upplýsir ella selir, fær fólk við — er grundleggjandi innan samskifti sum munar.
Eitt er at skriva væl í givnum høpi. Eitt annað er at finna neyvt røtt orð til júst tað samanhang talan er um.
Ein tíðindagrein sum skal upplýsa um eitt torskilt mál, eitt kunningarskriv sum skal leggja fram fakta frá ávísum parti, ein sølufremjandi vørulýsing, ein frágreiðing vegna almennan myndugleika — har eru fyritreytirnar sera ymiskar; men samstundis eru eisini felags meginreglur.
Yrkisskeið
Verkafólk, stjórar, yrkisfólk, leiðarar — øll kunnu uppstigast í førleika, uttan at tað nýtist at kosta ov nógv.
Røk arbeiðsplássið, betra virksemið, styrk stovnin! Tú hevur alt at vinna við okkara umfatandi og spennandi úrvali av interaktivum yrkisskeiðum, bygd á video yvir internetið.
Okkara dygdargóðu yrkisskeið eru framleidd í Bretlandi og góðkend eftir viðurkendum standardum har og í ES, og geva galdandi prógv.