Tyril & Olsen

Orð & Heiti

At skriva greitt so tað hóskar til endamálið—so tað upplýsir, selur, fær fólk við—er grundleggjandi innan samskifti sum munar.

Eitt er at skriva væl í givnum høpi; eitt annað er at finna neyvt røtt orð til júst tað samanhang talan er um. Ein tíðindagrein um eitt torskilt mál, eitt skriv frá einstøkum parti, ein sølufremjandi vørulýsing, ein frágreiðing vegna almennan myndugleika—fyritreytirnar eru ymiskar har, men samstundis eru eisini felags meginreglur. Hartil kemur t.d. at skrivistílur er ógvuliga ymiskur, og tónin í einum boðskapi kann vera avgerandi.

Á Tyril & Olsen taka vit støði í øllum hesum út frá tí einstaka kundanum. Vit eru á heimavølli í hesum.

Tá tað kemur til orð og alskyns tekstir—frá tænastuheitum til yvirskriftir, frá niðurkókaðum orðingum til greinar og frá­greiðingar—fært tú við okkara hjálp eitt haldgott grundarlag til at byggja samskifti á, langt fram í tíðina.

Scroll to Top