Tyril & Olsen

Foto

Foto er eitt av okkara kjarnuøkjum, og vit hava egnan fotograf við drúgvum yrkisroyndum og hollari útbúgving úr New York.

Maria Olsen hevur serliga gjørt vart við seg sum fotojournalistur og dokumentar fotografur.

Ein av hennara fremstu styrkjum er persónsmyndir—at fáa tær hugtakandi og spennandi.

Tey seinnu árini eru eisini livandi myndir vorðin ein vaksandi partur av hennara arbeiði.

Mangan man hava verið sannað av mongum at ein sterk mynd kann siga meira enn túsund orð.

Kanska ein nýggj myndarøð er nakað fyri tykkum?

Vit hoyra fegin frá tær—vælkomin at seta teg í samband!

Scroll to Top