Tyril & Olsen

Aktuelt

Fyrsti Across Faroe filmur er her

Across Faroe Episode 1: Vágar er fyrsti filmur í okkara røð um Føroyar sum ferðamál. Tann 21 minuttir langi filmurin fokuserar á Vágoynna íroknað Mykines og vísir og greiðir frá í orðum og myndum hvat ið er at uppliva og síggja har. Millum støðini sum verða vitjað: Gásadalur, Tindhólmur, Drangarnir, Trøllkonufingur, Trælanípan og Mykines. Filmurin vísir og umtalar eisini tey trý vøtnini Leitisvatn, Fjallavatn og Vatnsdalsvatn, umframt teir tríggjar fossarnar Bøsdalafoss, Múlafoss og Skarðsáfoss. Samrøður eru við Sólju Jóanisdóttir, Jørgen Niclasen, Regin I. Jakobsen og Jonny Müller.

ORKUtrygd: Nýtt tíðarrit um orku og umhvørvi

Eitt nýtt tíðarrit um orku og umhvørvi er útkomið. Blaðið kallast ORKUtrygd og inniheldur samrøður, greiningar og tíðindi um ymiskt aktuelt á orkuøkinum. Fleiri avbjóðingar innan orkubúskap verða umrøddar, eitt nú tá tað kemur til vindorku, og tá talan er um bygging.

ORKUtrygd nr. 1 vísir m.a. á at orka, umhvørvi og búskapur eru óloysiliga samantvinnað, og blaðið setir í hesum samanhangi fleiri spurningar, ikki minst um avlopsorku. Eisini verða trupulleikar kring blámusopp og ringa inniluft í húsum og bygningum umrøddir, har fólk við kunnleika til evnið gera galdandi at enn er í mongum førum langt á mál áðrenn føroysk byggivinna hevur fult tamarhald á hesum.

Oddagreinin vísir á vandar í at gera grundleggjandi samfelagstænastur til profittdeplar, sum tó hevur verið rákið nógvastaðni kring heimin tey seinnu árini. Her verður víst til arbeiðið hjá tí amerikanska búskaparfrøðinginum Michael Hudson, sum leingi hevur ávarað ímóti gongdini burtur frá “ídnaðarkapitalismu” og yvir til “fíggjarkapitalismu”; Professor Hudson hevur ráðgivið m.a. kinesiskum myndugleikum og fyritøkum í hesum viðurskiftum, har støði er tikið í royndunum frá menningini av USA og Týsklandi í 1800-árunum.

Umframt at viðgera eitt nú vindorku og sólorku og tær stóru útbyggingarnar av tí føroyska elnetinum, nemur blaðið við spurningar um olju og hví tað ikki er so einfalt at leggja heilt um upp á stutta tíð. Somuleiðis verður komið inn á týdningin av at raðfesta skynsamt í tí grøna orkuskiftinum og at leggja dent á orkukeldur og tøkni sum virka í dag, nevniliga vatn, vindur og sól. Hartil verður fjarhiti viðgjørdur, og eisini umtalar blaðið leysliga kjarnorku og gongdina á tí økinum.

Í blaðnum eru m.a. samrøður við stjóran í SEV, Hákun Djurhuus; stjóran í Ørsted Bioenergi, Boga Bech Jensen; stjóran í Fjarhitafelagnum, Hans Christian Dam; Ben Arabo, sum er stjóri í Framtaksgrunninum og hevur 30 ára royndir frá oljuvinnuni; byggimeistaran Magnus Thomsen, ið hevur serkunnleika innan orku í mun til bygningar og inniluft, og somuleiðis við dóttur hansara Annu Thomsen, ið er orkuverkfrøðingur; harafturat eru samrøður við borgarstjórarnar í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Sørvági um aktuell orku- og umhvørvisátøk í teirra kommunum.

ORKUtrygd nr. 1 er 68 síður íroknað permu og prentað í høgari dygd við mongum litføgrum myndum. Ritstjóri er Búi Tyril, og Maria Olsen er fotoredaktørur. Útgevari og framleiðari er Tyril & Olsen í Havn. Blaðið verður tøkt í sølubúðum og fæst eisini í teldutøkari útgávu á netinum.

ĺdnaðardepil í heimsklassa: Nýggjur filmur um vinnuumhvørvið í Fuglafirði

Filmurin ‘Fuglafjørður: A World-leading Fish Industry Hub’ vísir ta stóru vinnuligu menningina sum fer fram í Fuglafirði. Talan er um ein 20 minuttir film í dokumentar stíli, framleiddur av Tyril & Olsen í samstarvi við áhugaðar fyritøkur í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum, umframt Fuglafjarðar Kommunu og Fuglafjarðar Havn. Nevndu fyritøkur eru Havsbrún, Framherji, Bergfrost, Pelagos, Vónin, Vistir og Mowi Faroe Islands.
 
Eitt nú framgongur av filminum at Fuglafjarðar Havn er størsta havn í Føroyum hvat viðvíkur umsetningi í tonsum, at Fuglafjørður hevur flest arbeiðspláss í landinum í mun til fólkatalið, og við høgum lønum, og hevur tann ídnað í Føroyum sum brúkar mest orku.
 
Fuglafjarðar Havn er ein depil upprunaliga bygdur á uppsjóvarvinnuna; tann stóra vinnuliga menningin sum nú fer fram á staðnum og meira víða í kommununi er serliga tengd at alivinnuni.
 
“Hetta er ein vinnudepil í heimsklassa, og hesin filmurin sigur frá tí upp ein á lættan og góðan máta,” sigur Dávur Juul, borgmeistari í Fuglafirði. “Eg eri stak væl nøgdur við úrslitið og tað filmurin fortelur um okkara vinnuumhvørvi. Myndirnar og frásøgnin eru framúr hugtakandi og upplýsandi. Filmurin ber ein týðiligan og samanhangandi boðskap, hóast talan er um eitt evni sum í grundini ikki er lætt og einfalt.”
 
Maria Olsen hevur filmað saman við Búa Tyril. Búi og Maria hava sett saman og klipt. Búi hevur skrivað, gjørt samrøður og lagt rødd til. Hann hevur eisini staðið fyri ljóðinum og gjørt tónleikin.
 
“Hetta var ein spennandi avbjóðing og okkara størsta filmframleiðsla higartil,” viðmerkir Maria Olsen. “Vit hava lagt dent á ein fotojournalistiskan dám, sjálvt um tónin samstundis flaggar at hetta er eitt slag av PR og promovering av einum øki og fyritøkunum har. Eg haldi uppgávan passaði væl til okkara førleikar innan frásøgn, orð, myndir og ljóð.”
 
 

Faroe Business Report og Local.fo Print Edition 2023/24 seta fokus á útflutningsvinnu og ferðavinnu

Enn ein Print Edition útgáva við Faroe Business Report og Local.fo er nú prentað og løgd út á netið. Tvey-í-einum magasinið er á enskum máli, vendir sær mest til útlendskar lesarar og snýr seg serliga um føroyska útflutningsvinnu og ferðavinnuna.  

Faroe Business Report hevur eitt stórt innlegg um trol- og netavirkið Vónina umframt profilgreinar um fyritøkur í Fuglafirði, Havn og Vágum. Eisini er ein frásøgn um Klaksvík sum vinnuumhvørvi. Ein samrøða er við stjóran á Vága Floghavn um verandi og komandi útbyggingar har og hví tað er neyðugt at landið fíggjar ein part av hesum.

Borgarstjórin í Fuglafirði sigur frá um stóra framgongd hjá vinnufyritøkum innan útflutning og etableringar uttanlands. Framherji greiðir frá sínum umfatandi virksemi og ætlanum umframt broytingum har tað drúgva og tætta samstarvið við íslendingar er lagt aftur um bak. Tann stóra frostgoymslan Bergfrost boðar frá góðum úrslitum samstundis sum felagið leitar eftir nýggjum viðskiftaskipum.

Vikmar greiðir frá um nútímans elektronikk á sjónum og hvussu nógva kunning ið skip og bátar senda og móttaka umvegis slíka útgerð um ymisk viðurskifti av týdningi fyri fiskiskap og annað, bæði oman og niðan fyri vatnskorpuna.

Hartil er í blaðnum ein kritisk greining av búskaparligum útlitum, serliga við aliti til føroyskan fiskaútflutning og trupulleikar við at tálma almennar útreiðslur.

Í Print Edition útgávuni av Local.fo verður serliga gjørt burtur úr sonevndari MICE ferðavinnu (meetings, incentive tours, conferences, exhibitions) og arbeiðið hjá føroyingum at gera seg galdandi á hesum øki. Vit tosa við Visit Faroe Islands um arbeiðið at bjóða Føroyar fram sum vertur fyri fundum, vinnutúrum, skeiðum, ráðstevnum, framsýningum og tílíkum.  

Stjórin á Atlantic Airways sigur eisini frá tí vaksandi rutunetinum hjá flogfelagnum og tí styrki og avbjóðing sum liggur í at kappast við onnur sum eitt lítið felag við samfelagsnyttu sum uppgávu.

Borgarstjórin í Havn hugleiðir um ta stóru menningina í høvuðsstaðnum og verkætlanir sum eru gjøgnumførdar tey seinnu árini umframt sovorðnar sum eru ávegis, eitt nú á Stórutjørn. Fleiri av útbyggingunum verða mettar at stuðla munandi upp undir ætlanirnar um at menna MICE ferðavinnuna í Føroyum, fyri uttan sum heild at styrkja karmarnar fyri útbúgving og gransking, flutning og handil, mentan og list, og ítrótt.

Sandoyingar geva til kennar sínar hugsanir og vónir í sambandi við at Sandoyartunnilin fer at lata upp fyri almennari ferðslu um stutta tíð.

Og fotografurin Andrija Ilic sigur søguna um eina stórsligna mynd hann tók av Risanum og Kellingini frá Kalsoynni, og um hvussu tað er at fotografera landsløg í Føroyum.

Búi Tyril er útgevari og ritstjóri, Maria Olsen fotoredaktørur og framleiðari Tyril & Olsen.

Sjógvur & Fólk #6 og Seyður & Fjøll #1 úti

Blaðið Sjógvur & Fólk verður í hesum døgum borið út í øll húski í landinum saman við blaðnum Seyður & Fjøll.

Høvuðstema er fiskiveiðisamstarvið við Russland og hvønn týdning tað hevur fyri tann føroyska samfelagsbúskapin. Vit ganga á eini knívsegg, ávarar oddagreinin.

Eisini hava vit samrøðu við Dennis Holm fiskimálaráðharra um hansara ætlanir innan menning av fiskivinnuni, eitt nú tá tað kemur til hægri virðisøking av fiskatilfeinginum.

Síðan tosa vit við Hanus Michelsen, fráfarandi deildarleiðara á Sjóvinnustýrinum, um trygd á sjónum og um at fiskimenn ofta eru fyri órætti tá talan er um arbeiðsumhvørvi.

Vit vitja eisini á tí søguríka og framevgis vælkoyrandi Fiskavirkinum í Gøtu, sum áðrenn leingi hevur 100 ár á baki. Høvuðseigarin Páll Gregersen sigur frá tí spenndi søguni um virkið, sum abbi hansara Jóan Pauli Gregersen stovnaði í 1929.

Vit tosa við útróðrarmannin Sonna Johansen av Strondum, ið sigur at tað er vorðið alsamt meira torført at rógva út tey seinnu árini orsakað av vaksandi regluverki.

Um 64 indoneserar sigla við føroyskum línuskipum, garnaskipum og trolarum umframt útróðrarbátum. Fleiri av teimum tjena heilt góðar pengar. Vit tosa við skiparan á Sandshavinum, Eyðvar Petersen.

Og stjórin á Sjógæti, Hans Marius í Byrgi, sigur at føroyingar rógva so lítið út ídag at vit missa hundraðtals milliónir í avreiðingarvirði á hvørjum ári.

Søgulig hagtøl um fiskiskap undir Føroyum vísa at bretar og skotar brúktu einar 30.000 fiskidagar um árið her og fiskaðu munandi meira enn hvat føroyingar nakrantíð hava fiskað á okkara leiðum.

Vit hava eina stóra samrøðu við Árna Olafsson, fyrrverandi ráðgeva í føroyskum viðurskiftum hjá tí danska Uttanríkisráðnum, sum var við í øllum samráðingunum við táverandi Sovjetsamveldið, sum leiddu til at vit í 1977 fingu eina væl eydnaða fiskiveiðiavtalu við russarar, sum stendur við enn tann dag í dag.

Ráfiskagrunnurin hevur mangan fingið toyggið og ofta av røttum, men kortini umboðaði hann í sínari tíð eitt stórt framstig og var ein orsøk at føroyingar fóru at royna eftir fleiri fiskasløgum soleiðis at meira fekst burtur úr fiskarínum undir Føroyum.

Djóravælferð er eitt høvuðsevni í blaðnum Seyður & Fjøll. Høgt áseyðatal nógvastaðni í Føroyum elvir undir ringum vetrum til rakdeyða, vísir Helgi í Brekkunum á. Hann hevur granskað seyðahald í Føroyum yvir mong ár og spyr hvat føroyingar ætla við tí hagaseyði sum ikki kann fóðrast um veturin—er talan um brot á djóraverndarlógina?

Tó eru fleiri bóndur sum taka seyðin heim um veturin.

Stórin á Búnaðargrunninum, Egon Joensen, greiðir frá virkseminum hjá stovninum, sum veitir lán og stuðul til landbúnaðar endamál. Burturav vinnuligur landbúnaður er trupul at reka í Føroyum, og tí er vanligt at hava annað virksemi afturat, vísir hann á.

Áhugin fyri at knýta ferðavinnu upp í landbúnað er vaksandi millum bøndur, sigur Andre Kruse, festari í Saksun; tó er neyðugt at skipa ferðavinnuna meira á teimum støðum har mong ferðafólk koma, leggur hann afturat.

Leysgongufjós gera neytahald munandi lættari, sigur Ólavur Andreasen, bóndi í Norðadali, sum júst hevur tikið í brúk eitt slíkt fjós—alt er automatiserað og kýrnar ganga sjálvar fram til ein mjólkirobott, sum heldur stýr á hvussu nógv mjólk ið kemur úr hvørjari kúgv til eina hvørja tíð. “Hetta er sum eitt spæl, samanborið við tað vit høvdu,” sigur bóndin.

Eigur at koma til sín rætt

Tann menning av frásøgn fyri føroyskt vinnulív ið vit, saman við tykkum sum viðskiftafólkum, arbeiddu upp frá 2004 og fram til fyri kortum, kann ikki gerast til einkis. Hinvegin kann og eigur hon at koma til sín rætt.

Tá vit upprunaliga fóru undir tað arbeiðið sum seinni bleiv til eina árliga útgávu av Faroe Business Report, vistu vit sjálvandi ikki hvussu hetta fór at ganga. Men vit høvdu átikið okkum at greiða frá, samanhangandi og fangandi, bæði skrivliga og í myndum, og á góðum eingilskum máli, hvat leiðandi fyritøkur, stovnar og myndugleikar í Føroyum høvdu av virksemi, og hvat tey annars høvdu upp á hjarta. Neyðugt var at gera hetta týðiliga og greitt, og soleiðis at lesarin í hvørjum einstøkum føri upplivdi eina sjálvstøðuga søgu, sum harafturat kundi síggjast í einum størri samanhangi.

Sólskynssøga
Tað álit tit vístu okkum gjørdi at hendan verkætlanin—at siga frá um føroyskar útflytarar av vørum og tænastum og um Føroyar sum vinnuumhvørvi—bar til. Yvirhøvur var ikki vanligt tá at vísa fram føroyskt vinnulív soleiðis yvir fyri einum altjóða skara av lesarum.
Undirtøkan vísti seg at vera góð, og vit fingu mangt rósandi orðið frá luttakarum ið frøddust um at fáa sínar styrkir forkláraðar upp á munagóðan máta, og frá lesarum ið søgdu seg fáa eina betri fatan av hvat ið fyriferst her og hvussu og hví. ĺ stuttum vóru ‘profilgreinar’ kjarnin í tí sum gjørdist ein sólskynssøga.

Nýggjar tíðir
Eitt og annað er broytt við tíðini. Tó bendir mangt á at stórur tørvur er framvegis á tí arbeiði vit fóru undir tá fyri skjótt 20 árum síðan, um enn ídag undir nakað øðrvísi fyritreytum.

Okkara árliga útgáva helt fram til 2019, men so máttu vit fyribils steðga av praktiskum orsøkum—serliga heilsuligum avmarkingum ið raktu at kalla alt og øll.

Aftan á eina tíð við umhugsan yvirtóku vit netmiðilin Local.fo og fóru í hesum høpi eisini undir eina tilgongd at leggja Faroe Business Report um til netmiðil. Her er samstundis talan um at geva út ein tilhoyrandi prentmiðil við høvi, eins og vit gjørdu á sumri 2022; ætlanin er somuleiðis at koma við líknandi útgávu í summar.

Hetta at siga søguna um føroyskt vinnulív í orðum og myndum er sjálvandi til frama fyri alt landið, tó fyrst og fremst tey sum eru beinleiðis við í hesum arbeiði. At menna ‘diskurs’ og ‘narrativ’ inniber ikki minst at styrkja sína støðu í hugaheiminum hjá ymiskum pørtum—viðskiftafólkum, samstarvsfelagum, veitarum, myndugleikum, áhugabólkum, tíðindafólkum og øðrum.

Á netinum
Við støði í øllum hesum royndum vilja vit leggja upp til framhaldandi samstarv, tó í nýggjum hami. Vit átaka okkum fegin at gera ‘profilgreinar’ fyri tykkum regluliga—eina ferð, tvær ferðir ella fýra ferðir um árið—har tit eru vælkomin at brúka tilfarið vit framleiða fyri tykkum, eitt nú við at leggja tað út á tykkara heimasíðu, deila tað við tykkara sambond umvegis teldupost og hvørt av sínum. Samstundis bjóða vit FaroeBusinessReport.com fram sum netmiðil til hesar profilgreinar, umframt at tíðindi annars verða løgd út tann vegin (og um hóskiligt eisini á Local.fo). Eru tit kundar her, so leggja vit fegin eisini tíðindastubbar frá tykkum út leypandi.

Melda til ella fá nærri at vita umvegis fbr@tyrilolsen.com ella telefon 229670.

Scroll to Top