Vit gera tína søgu livandi!
Við Tyril & Olsen fært tú bestu hjálp til alt sum eitur samskifti og miðlar—bæði innihaldsliga og hvat viðvíkur forminum.
ĺ samstarvi við okkum fært tú tín boðskap gjørdan týðiligan og greiðan. Vit hjálpa við at seta røtt orð á—sannførandi orð sum ávirka, upplýsa, selja. Og vit gera tín boðskap livandi við dygdarbestu myndum, sum veruliga tala.
Saman við okkum kanst tú menna títt átak og tína frásøgn soleiðis at tín boðskapur vinnur álit og frama millum rættar móttakarar, fyri rættan kostnað.
VinnuVideo
Munadygt samskifti gevur styrki og eitt hav av møguleikum—vit framleiða dygdargóðar filmir og hava eitt nýtt tilboð: VinnuVideo.
Local.fo +
Faroe Business Report
Okkara tíðindamiðil Local.fo røkkur út til lesarar kring allan heimin—ein sterkur netmiðil, ikki minst tá talan er um Føroyar í altjóða høpi.
Og okkara væl umtókta Faroe Business Report, sum fyrst og fremst leggur dent á vinnuligt tilfar, verður nú samskipað við Local.fo á netinum.

Orð & Heiti
At skriva so tað hóskar til endamálið, so tað upplýsir ella selir, fær fólk við — er púra grundleggjandi innan samskifti sum munar.
Les meira

Audio & Video
Vit eru farin undir egna film- og ljóðframleiðslu, og átaka okkum nú kunningarfilmar umframt video tíðindi og lýsingar.
Les meira

Public Relations
Vit hava drúgvar royndir innan virkissamskifti, tíðindi, kunning og grafiskt design, og fólk við serútbúgving í PR og áhugaumboðan.
Les meira

Foto
Foto er eitt av okkara kjarnuøkjum, og vit hava egnan fotograf við drúgvum yrkisroyndum og hollari útbúgving úr New York.
Les meira