Størri virknað,
sterkari ávirkan.
Vit gera tína søgu livandi!
Við Tyril & Olsen fært tú bestu hjálp til alt sum eitur miðlar og virkissamskifti—innihaldsliga og hvat viðvíkur forminum.
ĺ samstarvi við okkum fært tú tín boðskap gjørdan týðiligan og greiðan. Vit hjálpa m.a. við at seta røtt orð á—sannførandi orð sum ávirka, upplýsa, selja. Og vit gera tín boðskap livandi við dygdarbestu myndum sum veruliga tala.
Lat okkum pakka títt átak og tína heimasíðu soleiðis at tín boðskapur vinnur álit og frama millum rættar móttakarar, fyri rættan kostnað.
Sum nakað nýtt—og nakað av tí mest áhugaverda vit hava at bjóða—framleiðsa vit nú eisini filmir fyri virkir og stovnar.


Local.fo +
Faroe Business Report
Okkara tíðindamiðil Local.fo røkkur út til lesarar kring allan heimin — ein sterkur netmiðil, ikki minst tá talan er um Føroyar í altjóða høpi.
Og okkara væl umtókta Faroe Business Report, sum fyrst og fremst leggur dent á vinnuligt tilfar, verður nú samskipað við Local.fo á netinum.

Orð & Heiti
At skriva so tað hóskar til endamálið, so tað upplýsir ella selir, fær fólk við — er púra grundleggjandi innan samskifti sum munar.
Les meira

Video & Audio
Vit eru farin undir egna film- og ljóðframleiðslu, og átaka okkum nú kunningarfilmar umframt video tíðindi og lýsingar.
Les meira

Public Relations
Vit hava drúgvar royndir innan virkissamskifti, tíðindi, kunning og grafiskt design, og fólk við serútbúgving í PR og áhugaumboðan.
Les meira

Foto
Foto er eitt av okkara kjarnuøkjum, og vit hava egnan fotograf við drúgvum yrkisroyndum og hollari útbúgving úr New York.
Les meira
NÝTT: Yrkisskeið
Verkafólk, stjórar, yrkisfólk, leiðarar — øll kunnu uppstigast í førleika, uttan at tað nýtist at kosta ov nógv.
Røk arbeiðsplássið, betra virksemið, styrk stovnin! Tú hevur alt at vinna við okkara umfatandi og spennandi úrvali av interaktivum yrkisskeiðum, bygd á video yvir internetið.
